Fyrilestrarhaldarar

Kresten Schultz Jørgensen |  Tak ræðið á tínum umdømi

Eitt gott umdømi hevur alstóran týdning fyri eina og hvørja fyritøku, stovn og leiðara. Kom og hoyr PR-serfrøðingin siga frá, hvussu tú fært ræði á tínum umdømi.

Kresten Schultz Jørgensen er fyrrverandi umboðsstjóri og hevur í síni yrkisleið fingist við samskifti sum strategiskt leiðsluamboð. Harafturat hevur hann verið blaðstjóri á Dagen, Aktuelt og Politiken, norðurlendskur samskiftisstjóri í The Coca-Cola Company og samskiftisstjóri á Kongaliga Teatrinum.

 

William Atak | Tá shitstormur rakar

Um og tá ein shitstormur rakar, kann tað hava álvarsligar avleiðingar bæði fyri fyritøkuna/stovnin, leiðaran og onnur. Tí hevur tað stóran týdning at duga at handfara ein shitstorm rætt.

William Atak er fremsti serfrøðingurin í Danmark innan handfaring av shitstormum og stýring av umdømi á netinum. Hann er stjóri í fyritøkuni ATAK, sum fæst við marknaðarføring og umdømi á netinum.

Katrin Kallsberg | Kanst tú framleiða kvalitetsarbeiði og samstundis vera til taks 24/7?

Katrin Kallsberg er politikari og serlækni í kvinnusjúkum.

Bæði sum lækni og politikari er tað av stórum týdningi at megna at arbeiða miðvíst og hugsavna seg.  Samstundis verður tað kravt av tær, at tú fylgir við, ert til taks og svarar fyrispurningum skjótt. Men hvussu kunnu vit framleiða kvalitetsarbeiði, ímeðan vit taka telefonina, uppdatera LinkedIn, Facebook og svara fyrispurningum?

 

 

Edvard Heen | Umdømið hjá almennum stjórum & arbeiðsplássum

Edvard Heen er stjóri í Almannaverkinum, sum er eitt av størstu arbeiðsplássum í Føroyum. Í 2017 varð hann valdur til Ársins Leiðara hjá tí almenna. Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur (Cand. Merc.) og hevur drúgvar leiðsluroyndir úr tryggingar- og fíggjarheiminum, umframt frá KT-økinum.

 

Thora Augustinussen | Tá umdømið verður skakað

Kom og hoyr, hvussu Gist & Vist tacklar jaliga og neiliga umtalu. Hvussu bjarga tey umdøminum í land aftur, tá tey merkja, at tað er skakað? Thora fer við dømum at greiða frá, tá tað hevur gingið væl og minni væl. Gleð teg til eitt viðkomandi og áhugavert upplegg.

Thora Augustinussen hevur arbeitt sum sølu- og marknaðarleiðari hjá Gist & Vist síðani 2012. Hon hevur ábyrgdina av sølu, marknaðarføring, brandinum, sosialum miðlum, heimasíðuni vm.  Thora er útbúgvin innan ferðavinnu við ma. Hospitality Management á CBA í 2012 og hevur nógvar drúgvar arbeiðsroyndir innan ferðavinnuna.

 

 

Óluva Zachariassen | Orðstýrari

Óluva Zachariassen er journalistur og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Hon er fastur orðstýrari á Leiðaradegnum, og sum tann einasta hevur hon luttikið á øllum Leiðaradøgunum, sum Synergi hevur skipað fyri síðani 2005.