AVDÚKING | Topp 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2018

AVDÚKING | Topp 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2018
Hjartaliga til lukku!

 

Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2018, verður avdúkað kl. 15.45 á Leiðaradegnum, sum verður uppi á Hotel Føroyum fríggjadagin 26. januar 2018. Kjósanin verður send LIVE á Portalinum og her á síðuni.

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørjir Ársins leiðarar 2018 verða, hevur nú funnið fram til 3 sterkir topp-kandidatar. Í dómsnevndini 2018 sita Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways og Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetur Føroya.

3 innan tað privata og 3 innan tað almenna
– kandidatarnir eru hesir – í bókstavarað >>

Top 3 kandidatar innan tað almenna 

  • Hedvig Johansdóttir, Dugni
  • Páll Isholm, Miðnám á Kambsdali
  • Poul Jákup Thomsen, Føroya Symfoniorkestur

Top 3 kandidatar innan tað privata

  • Árni Jakobsen, SMJ
  • Frimodt Rasmussen, Klaksvíkar Sleipistøð
  • Guðrun Ludvík og Guðrun Rógvadóttir, Guðrun & Guðrun