Leiðsla í fokus í 14 ár

Leiðsla í fokus í 14 ár 

 

Ikki nokk, at leiðarin er við…

Og leiðarin er við, ja leiðarin er við… verður sungið í TB-sanginum. Tað er einki at siga til, at tey fegnast um tað. Tí vit vita øll. At er leiðarin ikki við, so er torført at fáa tingini framd.

At leiðarin er við, er tó ikki nóg mikið í nýmótans leiðslu. Leikluturin hjá ein leiðara er meiri fjøltáttaður, og tað krevst meiri í dag, enn at leiðarin er við.

Ein leiðari skal eisini duga at leiða – tað veri seg eina fyritøku, eina deild ella ein stovn. Júst leiðslu í øllum sínum fjølbroytni hevur Synergi seinastu 14 árini sett fokus á. Bæði innan tað privata og almenna. Eitt nú við einari røð av leiðsluskeiðum og á sjálvum ársdegnum fyri leiðarar.

Á Leiðaradegnum verða viðkomandi leiðsluførleikar, leiðsluhættir og leiðsludygdir lýst. Ljós verður varpa á tað margfeldið, sum krevst av einum leiðara.

Leiðsla eitt fak fyri seg

Hjá Synergi hava tey mangan fingið staðfest, at leiðsla er eitt fak fyri seg, sum krevur serligar førleikar. Júst munurin millum góða og minni góða leiðslu kann gera av, hvussu ein fyritøka ella ein stovnur klárar seg. Leiðarin kann verða beinleiðis avgerandi fyri, hvussu starvsfólk trívast og eisini, hvussu kundar og viðskiftafólk fata eina fyritøku ella ein stovn.

Eitt av høvuðsevnunum á Leiðaradegnum 2018 – 26. Januar á Hotel Føroyum – er, hvussu fyritøkur og stovnar kunnu handfara støður, sum stinga seg upp, tá nógv fólk í senn leggja eftir eini fyritøku ella einum stovni á Facebook ella aðrastaðni. Í slíkum støðum er tað leiðarin, sum skal velja ein framferðarhátt og standa fyri samskifti úteftir – uttan mun til um slík álop kunnu forklárast ella um tey tykjast órættvís.

Kom við til Leiðaradagin 2018.
Sera spennandi og aktuell skrá.