Tilnevn Ársins Leiðarar

Hjálp okkum at finna Ársins Leiðarar 2018

| Hvør skal fáa heiðurin?


Í fjør – 2017 – varð Edvard Heen kosin Ársins Leiðari innan tað almenna og Johannes Jensen innan tað privata. Edvard Heen var burturstaddur, men við okkum á stórskermi – sí mynd.

Hvør skal fáa heiðurin í ár? Send okkum títt boð uppá, hvør skal gerast Ársins Leiðari 2018 innan tað privata og almenna. Vit takka fyri allar tilnevningar, sum verða viðgjørdar í trúnaði.

Freist: 16. januar 2018

Treytir fyri at gerast Ársins Leiðari


Tað einasta, sum er greitt frammanundan, tá talan er um Ársins Leiðara, er, at viðkomandi skal vera ovasti leiðari ella nevndarforkvinna/-maður á arbeiðsplássinum. Treytirnar annars, um hvar denturin í ár verður lagdur, avger Dómsnevndin. Dómsnevndin telur 3 dómarar. Dómarar sita í 2 ár, ávikavist ein og tveir verða skiftir út hvørt ár.

 

Sí her, hvør fyrr hevur fingið heiðurin Ársins Leiðari!