Um Leiðaradagin

Leiðaradagurin er altíð síðsta fríggjadag í januar!
Tað er dagurin, har vit zooma inn á góða leiðslu!

Leiðaradagurin er dagurin í árinum, har leiðarar í øllum Føroyum fáa høvi at koma saman, at hoyra um og fáa góðan íblástur til sítt leiðarastarv og ikki minst, sparra við aðrar leiðarar.

Ert tú leiðari?

So rokni eg við, at tú ert sum flestu aðrir leiðarar. Tú hevur eina náttúrliga trongd til at gerast betur. At menna teg og títt arbeiðspláss. Nógv kanst tú gera aftan fyri telduskermin á skrivstovuni. Men ikki alt.

Sum leiðari mást tú út millum fólk
– fyrst og fremst –
títt fólk.

Harnæst mást tú
koma út millum onnur fólk,
at fáa íblástur,
so tú tryggjar tær, at tú fylgir við.
Tryggjar tær, at tú ikki verður eftirbátur.

Kom við til Leiðaradagin 2018.
Kom og fá eitt skot av íblástri.
Kom og ger brúk av hesum einastandandi høvi til
at hitta og práta við aðrar leiðarar.

Ver vælkomin á Leiðaradagin 2018
TEMA: UMDØMI | SHITSTORMAR | DEEPWORK